Dagførd ferðaætlan á Hest- og Sandoyarleiðini

28.06.2023

Broytt  ferðaætlan á leið 60 og 61 kemur í gildi hósdagin 29. juni og er galdandi til og við sunnudagin 20. august 2023. 

Strandferðslan ger, frá hósdegnum 29. juni 2023, fyribils dagføringar á ferðaætlanunum fyri ávikavist Hest- og Sandoyarleiðina.  

Leið 60: Sandoyarleiðin 

Á Sandoyarleiðini verður ein farmatúrur settur inn av Gomlurætt kl. 14:40 og úr Skopun kl. 15:10 afturat verandi níggju dupulttúrum gerandisdagar. 

Á hesum túrum hevur farmur og last- og vørubilar framíhjárætt, tó at avmarkað pláss fyri persónbilum undir 1,90 m hædd.

Gerandisdagar eru túrarnir av Gomlurætt og úr Skopun frá kl. 15:50 til 21:20 fluttir til 10 minuttir seinni:

  • Gamlarætt – Skopun 15:50 til 16:00
  • Skopun – Gamlarætt 16:35 til 16:45
  • Gamlarætt – Skopun 17:20 til 17:30
  • Skopun – Gamlarætt 18:35 til 18:45
  • Gamlarætt – Skopun 20:00 til 20:10
  • Skopun – Gamlarætt 20:40 til 20:50
  • Gamlarætt – Skopun 21:20 til 21:30

Akfør hægri enn 2,50 m. verða bert tikin við av Gomlurætt, um pláss er, á hesum túrum:

  • 16:00 Mánadag – fríggjadag (víst verður til túrin kl. 14:40 ella 17:30 av Gomlurætt)
  • 20.00 Fríggjadag 

Tó sleppa hesi akfør nú við av Gomlurætt kl. 17:30.

Akfør hægri enn 2,50 m. verða, eins og frammanundan, ikki tikin við úr Skopun uttan at pláss er, á hesum túrum:

  • Sunnu- og leygardagar kl. 14:00 og 16:35



Leið 61: Hestleiðin 

Ferðaætlanin fyri Hestleiðina er eisini dagførd, og her koma fleiri túrar inn á leiðina. Serliga er tað Erla Kongsdóttir, ið tekur hesar túrar. Nú verða til dømis morguntúrar kl 7:30 úr Hesti allar gerandisdagar og tríggir dupulttúrar við Erlu Kongsdóttir seinnapart.

Teistin siglir framvegis morguntúrarnar út í Hest mánadag til fríggjadag, tó at seinnapartstúrurin tríggir dagar um vikuna og kvøldartúrarnir eru avloystir av túrum hjá Erlu Kongsdóttir. Tó er tilkalling úr Hesti inn á Gomlurætt, á túrinum hjá Teistanum úr Skopun 18:45, tríggir dagar um vikuna. Túrarnir hjá Teistanum út í Hest í vikuskiftinum eru óbroyttir.

Økta túratalið á Hestleiðini er ein roynd at økja um útboðið av túrum, umframt at finna út av ferðamynstrinum hesa árstíðina. Talan er eisini um eina roynd av støðuni, ið verður, tá ið Teistin heilt gevst at sigla, og tunnilin letur upp.

Erla Kongsdóttir kann ikki í løtuni flyta akfør um Hestfjørð, orsakað av manglandi tillagingum á rampunum í Hesti og á Gomlurætt.

Strandferðslan er kunnað um ynski hjá Hestfólki, at fáa ein seinan kvøldartúr til og úr Hesti, men hetta letur seg ikki gera, undir verandi umstøðum.

Broytingarnar eru galdandi frá 29. juni til 20. august, tá ið Erla Kongsdóttir skal á Kalsoyarleiðina at avloysa Sam, sum skal á beding. Haðani fer Erla á Nólsoyarleiðina at avloysa Ternuna, ið eisini skal á beding.

Strandfaraskip Landsins