Switch to english
Tíðindi

Dagføring: Broytingar í ferðsluni kunnu væntast komandi dagar

22.12.2016

Sam1.jpg (1)

Boðað verður frá sera ringum veðri komandi dagar og tískil kunnu broytingar og avlýsingar væntast hjá bæði oyggja- og bygdaleiðum. Longu nú er greitt, at Smyril bert siglir ein dupulttúr í morgin; farið verður av Krambatanga kl. 07:00 til Havnar og av Havnini suður á Krambatanga kl. 16:00. Enn eru ongar aðrar broytingar á oyggja- og bygdaleiðum lagdar fyri komandi dagarnir, men væntast kann, at broytingar og/ella avlýsingar fara at koma.

Strandfaraskip Landsins heita tí á okkara ferðafólk um at kunna seg væl um ferðsluna á okkara heimasíðu, umvegis okkara sms-skipan ella rutuupplýsing á tlf. 343030.

Eisini heita vit á viðskiftafólk, ið ætla at fáa farm førdan millum oyggjar, at seta seg í samband við okkara farmastøðir sum skjótast, soleiðis at farmur ikki kemur at standa eftir orsaka av ferðslubroytingum. Kunning um farmastøðir sæst her: http://www.ssl.fo/fo/farmur/samband/