Switch to english
Tíðindi

Dagføring, leið 90: Tað gongur striltið at fáa Ternuna klára aftur

04.05.2018

DSCN3447.JPG

Tað gongur ikki eftir vild við arbeiðinum at fáa Ternuni klára til sigling aftur.

Síðan Ternan fór á beding 3. apríl, hava trupulleikar stungið seg upp, sum hava havt við sær, at tíðin er gingin undan, og reiðiliga tað. Ætlanin var, at Ternan skuldi fara aftur í sigling 18. apríl, men nú hevur SSL fingið boð frá Mest, ið stendur fyri umvælingararbeiðinum, at Ternan ikki verður klár fyrr enn 11. mai.

Sí boð frá Mest seinnapartin í dag:

Vegna óvæntaðar avbjóðingar í.s.v. arbeiðið í umvælda hekkutanganum o.ø., skal boðast frá, at vit (Mest) ikki kunnu halda lovaðu tíðarætlanina, sum var 7. mai, men vera lidnir 11. mai. Tó so, vit seta alt inn uppá at fáa skipið liðugt so skjótt sum gjørligt. Hetta er treytað av, at ongar upprættingar o.a. skulu gerast aftaná, at skipið er flotað.

Fyri Nólsoyingar og onnur útoyggjafólk, merkir hetta ítøkiliga, at Sildberin heldur fram at røkja leið 90, at Súlan heldur fram á leið 66, og at Sam framhaldandi fer at sigla farmatúrar týs- og hósdagar.