Dagført 14:36: Hasfjord siglir fyribils ikki restina av degnum

10.05.2022

Dagført kl. 14:36:

Hasfjord siglir fyribils ikki restina av degnum. Nærri kunning víðvíkjandi siglingini í morgin, mikudagin, kemur seinni.

Dagført kl. 14:00:

Tað er nú staðfest, at Hasfjord hevur fingið eitt traktordekk um skrúvuna inni í havnini í Skopun.

Tað er tó eydnast at fáa dekkið av og verður skipið nú kannað, áðrenn tað kann fara í sigling aftur.

Nærri kunning kemur skjótast til ber.