Dagført 15/12: Kunning um leið 58 og 90

15.12.2020

Frá mikudegnum 16. desembur ger SSL broytingar á leið 58 og 90:

Leið 58: Hvannasund - Fugloy/Svínoy:
Tyrlutænastan hjá Atlantic Airways fer at røkja tænastuna í leið 58 og verður kunnað meira um ferðaætlanina her á heimasíðuni og miðlunum seinni í dag.

Broytingin á leið 58 er eftir ætlan galdandi til Ritan kemur aftur av beding.

Leið 90: Tórshavn - Nólsoy:
Jósup fer í sigling á leið 90 og siglur fyrsta túrin kl. 12:30 av Havnini. Síðani verður siglt eftir galdandi ferðaætlan.

Um viðrar, verður farmatúrur gjørdur við Hasfjord fríggjadagin 18/12. Eftir ætlan, verður farmatúrur eisini gjørdur í komandi viku.

Kunna teg meira

Rutuupplýsing - Route information

Tel. +298 343030

Svarar alt døgnið - Replies 24/7

SMS Tænastan


Melda teg til okkara SMS - tænastu her.