Týsdagin 10. mai fekk Hasfjord eitt traktordekk um skrúvuna á veg inn í hylin í Skopum. Seinni varð staðfest, at hendingin hevði elvt til brek á gervið (gear) og koblingina.
Hasfjord er nú tikin upp á bedingina hjá Mest í Tórshavn, har arbeitt verður við at kanna og umvæla skaðan. Væntandi fer bæði hendan og komandi vikan at ganga við hesum arbeiðið, og tí siglir Hasfjord fyribils ikki komandi 2 vikurnar.
Dagført: 12:45,17/05/2022