Dagført kl.22:00 17.07.2019 : Ternan á beding

17.07.2019

Ternan á beding fyri aðru ferð, higartil í ár.

Ternan er aftur farin á beding, minni enn 3 mánaðir eftir at hon var uppi til vanligt viðlíkahald sum seinnu árini er gjørt um várið, gjarna í apríl mánaði.

Orsøkin til at Ternan so brádliga varð tikin úr sigling er at botnurin er tærdur á hol, inn í ein tanga. At hol kemur á botnin, er helst ikki heilt óvanligt tá ið talan er um skip sum eru knappliga 40 ár, men tá ið tílíkir lekar ella hol koma á skrokkin á skipið skal tað umvælast beinanvegin.

Broytingar annars meðan Ternan er á beding eru fyribils hesar:

Spógvin fer at røkja siglingina á leið 90 til Ternan kemur aftur, siglt verður í pendulfarti frá kl.06:00 til seinastu fráferð kl.22:00 av bursatanga.

Spógvin leggur at í bygdini, har sum Ritan plagdi at leggja at, og við træbrúnna á bursatanga í Havn.

Tá ið Spógvin fer á leið 90, verður Teistin settur inn at røkja leið 61 sum hann gjørdi áðrenn leiðirnar vórðu broyttar í januar í ár.