Dan Djurhuus nýggjur fíggjarleiðari á Strandferðsluni

08.12.2022

Dan er 44 ára gamal, ættaður úr og búsitandi í Vági. Hann er upprunaliga bankalærdur í Bank Nordik og starvaðist í mong ár sum vinnukundaráðgevi í bankanum.
Síðani í fjør hevur hann verið kontrollari á Fíggjardeildini hjá Strandferðsluni og seinasta hálva árið hevur hann verið virkandi fíggjarleiðari.
Umframt bankaatstøðina hevur Dan staðið HD 1 og HD 2 í fíggjarligari ráðgeving. Hann hevur eisini royndir sum virkin eigari í vinnuligum virksemi.