Dokking av Teistanum: Kunning

27.04.2023

Ímeðan Teistin er í dokk frá 1. mai og umleið tríggjar vikur fram, røkir Ternan siglingina á Sandoyarleiðini eftir broyttari ferðaætlan. Hasfjord skuldi eftir ætlan sigla á Sandoyarleiðini saman við Ternuni, men seinastu vikurnar hevur Hasfjord havt tekniskt brek á krumtapsakslinum og siglir tí ikki í løtuni.

Bílegging av plássi á dekkinum á Ternuni er avmarkað í mun til á Teistanum. Teistin tekur 34 persónbilar, ímeðan Ternan tekur 23 persónbilar ella 8-12 persónbilar, tengt at bilastødd, og 2 stórar bilar. Nú ið Hasfjord ikki siglir, mugu ferðafólk rokna við rímiliga stórum trýsti á farleiðini hesar dagarnar.

Erla Kongsdóttir røkir Nólsoyarleiðina, ímeðan Ternan er á Sandoyarleiðini. Hestleiðin verður røkt av Ternuni og í ávísan mun eisini Erlu Kongsdóttir. Bæði Kalsoyarleiðin, Nólsoyarleiðin og Sandoyarleiðin hava skerdar ferðaætlanir, ímeðan Teistin er í dokk. Sí broyttu ferðaætlanirnar á www.ssl.fo.

Hasfjord er eins og fleiri skip hjá SSL eitt gamalt skip við ellisbrekum. Tað er hartil sera trupult at útvega eykalutir til gomlu skipini. Eykalutir og útlendsk arbeiðsfólk eru komin til landið at royna at umvæla brekið. Eydnast umvælingin, fer Hasfjord í sigling so skjótt, sum hann er klárur.

SSL kunnar á www.ssl.fo og við sms-fráboðanarskipanini um møguligar broytingar. Til ber at tekna seg til kunning umvegis sms-skipanina við at senda sms til telefonnummar 740740 og skriva ”SSL leið-nr”, t.d 60. Sí eisini www.ssl.fo.