Dokkingin av Sam dregur út

15.11.2018

Sum áður fráboðað, skuldi Sam verða á beding til umleið 16. november, og síðani byrja í sigling aftur á Kalsoyarleiðini. Nú er greitt, at teir lutirnir, ið mangla, fyri at fáa Sam lidnan,  mugu serframleiðast. Talan er um eykalutir til høvuðsmotorarnar. Gongur framleiðslan sum ætlað, verður Sam liðugt umvældur fríggjakvøldið 23. november, og kann byrja í sigling á Kalsoyarleiðini leygarmorgunin.

Siglingin á Kalsoyarleiðini og bussleið 506

Hetta merkir, at Jósup røkir siglingina á Kalsoyarleiðini til Sam verður aftur, og Ternan ger farmatúrar í morgin, fríggjadagin 16. novembur, mánadag 19. novembur og fríggjadag 23. novembur. Hesar dagar siglir Ternan av Klaksvík kl. 11:00 og av Syðradali kl. 13:00.

Bussleiðin í Kalsoynni koyrir til allar komur og fráferðir hjá Jósupi.

Siglingin á Nólsoyarleiðini

Meðan M/F Ternan siglir farmatúrar í Kalsoy, røkir Jósup siglingina á Nólsoyarleiðini.

Mánadag 19. november siglir Jósup túrarnar av Tórshavn kl. 12:30 og úr Nólsoy kl. 13:00.

Fríggjadag 16. november og 23. november verða túrarnir av Havnini kl. 09:30 og úr Nólsoy kl. 10:30 ikki sigldir. Og Jósup siglir túrarnar av Tórshavn kl. 12:30 og úr Nólsoy kl. 13:00 sigldir hesar fríggjadagar.