Dokkingin av Teistanum útsett

15.04.2023

Sum áður kunnað, skuldi Teistin fara í dokk mikudagin 19. apríl. Dokkingin er útsett, og Teistin fer tí í dokk í viku 17. Gongst sum ætlað, verður Hasfjord eisini klárur at fara í sigling á leið 85 tá.

Tá Teistin fer í dokk fer Ternan at røkja siglingina á sandoyar- og hestleiðini, og Erla Kongsdóttir fer at sigla á nólsoyarleiðini. Sam fer at røkja farmasiglingina á nólsoyarleiðini.

Kunning um ferðaætlanir og bíleggingarskipan v.m verður løgd út á ssl.fo mikudagin 19. apríl.