Eftirlit av trygdarútgerð umborð á Smyrli

26.04.2019

Í samband við at eftirlit skal gerast á part av trygdarútgerðini umborð á Smyrli verða tveir av túrunum leygardagin 27/04-2019 og tveir túrar mikudagin 01/05-2019 ikki sigldir.  Sí nærri kunning í gula breddanum ovast á forsíðuni.

Hetta inniber eisini, at í tíðarskeiðinum frá 23/4 til og við 01/5 kann Smyril ikki hava meira enn 430 ferðandi við hvønn túr.

Orsøkin til at eftirlitið skal gerast nú er, at sum við allari trygdarútgerð, so er eitt útgangsdato, sum ger av, nær útgerðin skal til eftirlit.

Ætlanin var upprunaliga at bíða við hesum eftirliti til Smyril fer í dokk í septembur, men til hetta krevst loyvi frá Sjóvinnustýrinum, tí at  talan um eitt frávik, um at víkja frá freistini, sum annars er 03/05-2019.
Tá ið SSL  fekk noktandi svar frá FMA upp á  umsóknina um at víkja frá tíðarfreistini, soleiðis at eftirlitið kundi gerast meðan Smyril er í dokk, er hetta bráðneyðugt at fáa avgreitt áðrenn seinastu freist.

Av tí at ongin fyritøka í Føroyum kann gera eftirlitið á júst hetta slagið av trygdarútgerð, er neyðugt at fáa fólk úr Danmark at gera eftirlit.