Eingin ruðuleiki á Strandferðsluni
15.09.2016
Eftir at Dagur og Vika mánakvøldið borðreiddi við eini heldur misvísandi lýsing av roknskaparhaldinum á Strandfaraskipum Landsins, hevur SSL hesa rættleiðing.
Í 15 minuttir langa innslagnum, har undirritaði luttók í beinleiðis samrøðu og svaraði trimum ítøkiligum spurningum, var yvirskriftin “Ruðuleiki í roknskapinum.”
Men hetta má byggja á eina misskilta tulking av frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini, stytt LG, tí tað sigur frágreiðingin ongastaðni.
Hinvegin er rætt, at LG vísir á nøkur roknskaparlig viðurskifti, sum krevja bata og broytingar, og tað hevur SSL í samskifti við LG tikið til eftirtektar.
Tað harmar SSL, at KvF lyftir frágreiðingina nærum upp á kreppustig, so hyggjarin kann fáa skeiva fatan av SSL við alt ov ógvusligum lýsingarorðum.
Veruleikin er, at tað munnu vera fáar almennar føroyskar fyritøkur, sum hava verið fyri so stórum broytingum yvir eitt 2-3 ára tíðarskeið, sum SSL hevur verið.
Øll leiðslan upp á fimm fólk er nýggj, og hon hevur frá fyrsta degi arbeitt við at bøta um viðurskifti, ið lógu á láni - tó at torført eyðvitað er at fáa alt upp á pláss eftir einum degi.
LG er nýggjur grannskoðari hjá SSL, og tað var bara ein av mongum broytingum. Partarnir skulu tí brúka tíð at finna eitt felags forstáilsi og samstarvsleist, og hetta var fyrsta árið.
Við LG kom eisini ein onnur broyting. Ongin grannskoðaraátekning verður gjørd á roknskapin, sum vísir, hvørjum standi grannskoðarin yvirskipað metir fyritøkuna at vera í.
Ár 2014 var rakstrarliga eitt ár í rokilsi, har SSL - og serliga umsitingin og leiðslan - vóru at kalla í undantaksstøðu. T.d var játtanin við ársbyrjan 9 mió. kr ov lág av einum búskettfeili.
Í 2015 brúkti umsitingin óvanliga nógva orku, m.a. til afturlítandi fíggjarlig viðurskifti, eitt nú eina gamla meirnýtslu á 10 mió. kr, og at seta í verk nýggja fíggjarskipan.
Nógv tíð fór eisini til at framleiða álit um útveiting. Tvær deildir vóru undirmannaðar. Nýtt Nólsoyar-skip varð boðið út, nýggjur Sildberi kom, og nýggjar reglur um hvílítið komu.
Samstundis, sum alt hetta varð gjørt, flutti SSL 1,2 milliónir fólk kring um í landinum við skipum og bussum. Avbjóðandi flutningsuppgávan varð loyst - hóast allar hinar avbjóðingarnar.
SSL ger vart við, at ruðuleiki er eitt skeivt orð at brúka um SSL. Tamarhald og trygd lýsa betur tað, sum hevur ligið til grund fyri arbeiðinum í fyritøkuni farnu 2-3 árini.
Virðingarmest
Hilmar Eliasen, stjóri