Erla Kongsdóttir byrjar aftur í sigling á leið 90

29.12.2020

Eftir ætlan byrjar Erla Kongsdóttir í sigling á leið 90 hósmorgunin 31. desembur, og siglur eftir núverandi ferðaætlan á leið 90.

Hetta merkir, at Jósup, ið hevur røkt siglingina á leið 90, verður settur í sigling á svínoyar- og fugloyarleiðini frá leygardegnum 2. Januar 2021.

Hasfjord fer framvegis at røkja farmasiglingina ml. Havnina og Nólsoy og verður farmatúrur gjørdur mikudagin 30. desembur. Farið verður av Havnini kl. 11:00 og úr Nólsoy kl. 12:30 og síðani verður siglt til Skopunar, har skipið kemur at liggja til tað byrjar í sigling á leið 85 tann 5. januar 2021.