Erla Kongsdóttir doypt og farin í sigling

07.12.2020

(Mynd: Bogi Gardar, skipari á HSC Erla Kongsdóttir)

Í sambandi við dópin hjá Erlu Kongsdóttir, var hátíðarhald á Bursatanga fyrrapartin, mánadagin 7. desember 2020..

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, bar fyrst fram røðu og greiddi frá tilgondini at byggja skipið, til at tað nú liggur klárt at fara í sigling.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, helt síðani røðu og gleddist um, at vit øll nú hava fingið eitt nýtt og skjóttgangandi eykaskip, sum trygt og skjótt kann og flyta ferðafólk og farm millum oyggjarnar.

Síðani bar Ásvør Vest Niclasen fram yrking hjá landsstýrismanninum, áðrenn hon doypti skipið. Eisini handaði 17 ára gamla Ýr Ákadóttir, Strandferðsluni ein máling, ið nú hongur uppi í salónini á skipinum.

Umborð á skipinum, greiddi Jóhan Petur Abrahamsen, rakstararleiðari, frá um tøknina umborð, og var síðani siglt framvísingartúr til Nólsoyar og aftur til Havnar.

Erla Kongsdóttir sín fyrsta túr til Nólsoyar mánadagin 7. desember kl. 18:00.

Sjónuppstøka:

Sjónupptøka av røðum og dópi sæst her.

Aðrar keldir:

Sí kunningarskriv frá Fíggjarmálaráðnum her.

Sí myndir frá hátíðarhaldinum á:

KVF.fo (Bjarni Árting Rubeksen)

In.fo (Álvur Haraldsen)

Portal.fo (Sverri Egholm)