Erla Kongsdóttir komin út

22.09.2020

Tríkiljan, Erla Kongsdóttir, er í dag komin út úr verksmiðjuhøllini. Erla, ið er nýmótans far grundað á grøna orku og tøkni, er størsti báturin, sum GS Marine hevur bygt. Nýbygdi báturin tók alt plássið í longd, hædd og breidd inni í høllini. Eftir er nú at fáa aksil, skrúvu v.m. undir tríkiljuna umframt radara o.a. omaná. Komandi vikurnar verður Erla Kongsdóttir royndarsigld í Noregi.