Switch to english
Tíðindi

Eyka busskoyring millum flogvøllin og Tórshavn um jólini

17.12.2025

SSL Jólakort24 Some

Nú verður tað enn lættari hjá øllum jólagestum at taka bygdaleiðir til og frá flogvøllinum. Strandfeðslan hevur økt um túratalið millum flogvøllin og Tórshavn, og koma hesir nýggju túrarnir í gildi hósdagin 18. desember.

Eyka túrar eru settir inn á leið 350, ið kemur at virka sum ein snarbussur millum flogvøllin og Tórshavn nú á jólum. Jólaferðaætlanin er galdandi hesir dagar:

  • 18.-22. desember 2025
  • 28. og 29. desember 2025
  • 3. og 4. januar 2026

Hesir túrar eru tillagaðir til flogferðsluna í Vágum, soleiðis at fráferðirnar passa til komur og fráferðir hjá flogførunum. Jólaferðaætlanin kemur afturat leið 300, ið vanliga koyrir millum Tórshavn og flogvøllin/Sørvág, og er túratalið tí økt munandi.

Sí jólaferðaætlanina fyri leið 350 her:

Sí ferðaætlanina fyri leið 300 her: