Eyka túrar eftir tørvi á leið 90

16.07.2020

Á sumri hevur verið møguligt at økja um manningartalið umborð á Ternuni, so til ber at hækka ferðafólkatalið úr 95 í 294. Fyri at geva ferðafólki møguleika at halda almennu tilmælini um frástøðu, hevur hetta ikki verið gjørt í ár, men eins og undanfarin ár, hava rættiliga nógv fólk ferðast á nólsoyarleiðini nú summarfrítíðin er hálvrunnin.

Økingin av ferðafólkum, ið ferðast til og úr Nólsoy, hevur ávirkað flytførið hjá fastbúgvandi í Nólsoy; mangan er komið fyri, at tey ikki sleppa við ávísar túrar, tí hægst loyvda ferðafólkatal er rokkið.

Fyri at tryggja nøktandi flutningsskyldu hevur umsitingin hjá SSL saman við skipsleiðsluni frá Ternuni kanna møguleikan fyri at sigla eyka túrar, og hevur tí broytt mannagongdir viðv. viðlíkahaldsarbeiði, og sostatt gjørt pláss fyri eyka túrum.

Viðlíkahaldsarbeiðið skal innheintast leypandi, tá tíð er til tess, og eyka túrar verða sigldir eftir tørvi yvir summarfrítíðina. Tó verða eyka túrar bert sigldir innanfyri vanliga ferðaætlanartíð; tað merkir, at ongin eyka túrur er áðrenn kl. 06.45 og eftir síðsta túr úr Nólsoy kl. 22.25.

Um heilsufakligi myndugleikin metir tað verða ráðiligt at økja ferðafólkatalið úr 95 í 294, verður tað gjørt í stundini.