Fá bíligasta ferðaseðil uttan at bíleggja frammanundan

17.09.2025

Fá bíligasta ferðaseðil uttan talgilda skráseting

Strandfaraskip Landsins vilja tryggja, at allir okkara kundar hava lætta og javnbjóðis atgongd til bíligastu ferðaseðlaprísirnar. Henda mannagongdin er serliga ætlað teimum kundum, ið ikki hava møguleika fyri ella megna at nýta talgildu bíleggingarskipanina, men framvegis ynskja at ferðast til búsitandi prís.

 

Galdandi frá hósdegnum 18. september 2025

Frá hósdegnum 18. september 2025 kanst tú keypa ferðaseðil til fastbúgvandi prís á øllum okkara ferjum við fráferð. Hetta, uttan at hava bílagt pláss áðrenn.

Soleiðis gert tú: Tá tú skalt keypa ferðaseðil, skalt tú bert prógva, at tú ert búsitandi í Føroyum. Hetta kanst tú gera á ein av hesum báðum mátunum:

  1. Vís tína bústaðarváttan: Tú kanst vísa eina bústaðarváttan frá tínari kommunu. Váttanin kann ikki vera eldri enn eitt ár.
  2. Nýt Skjáttuna: Tú kanst vísa títt samleikakort í talgildu appini Skjáttuni.

Tú kanst bæði gjalda við reiðum peningi og við gjaldskorti, tá tú keypir ferðaseðilin.

Við hesi nýggju mannagongdini vóna vit at gera tað enn lættari og greiðari fyri øll okkara ferðandi.