Ferðaætlan hjá Galaxy og Bygdaleiðum í Suðuroy
07.04.2017

Tá ið Smyril fer í dokk, fer ferjan Galaxy at røkja farleiðina um Suðuroyarfjørð eftir hesi ferðaætlan:
Gongst sum ætlað, røkir Galaxy Suðuroyarleiðina frá leygardegnum 22. apríl til mánadagin 15. mai. Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í mun til broyttu ferðaætlanina. Vit vilja heita á okkara ferðafólk, at broytingar í komu- og fráferðum eru møguligar og roknast kann við, at av- og áskipan av ferðfólki og farmi kann taka longri tíð enn vanligt er fyri Smyril.
Gevið gætur: Smyril siglir IKKI seinasta túrin av Krambatanga kl 21:00 fríggjadagin 21. apríl.