Ferðaætlan hjá Oyggjaleiðum og Bygdaleiðum á Ólavsøku
12.07.2017

Nú Ólavsøka nærkast er aftur í ár gjørd serstøk Ólavsøkuferðaætlan galdandi dagarnar 28. og 29. juli.
Broytingar eru á teim flestu leiðunum og tí heita vit á ferðafólk at kunna seg væl um ferðaætlanina áðrenn farið verður avstað.
Sí ferðaætlan her.
Nógv fólk ferðast við SSL á Ólavsøku og skulu ferðafólk t.d. hava bilin við sær, er gott at møta í góðari tíð. Eisini heita vit á ferðafólk í bili um at fylgja leiðbeining frá manning og fylgja góðum bíðisiði. Akfør ið eru til ampa, soleiðis, at manning ikki fær útint sítt arbeiði, kunnu burturvísast av økinum.
Farmur, ið skal til Suðuroynna skal verða farmastøðini í hendi í seinasta lagi hósdagin 27. juli. Um pláss er fyri farmi sunnukvøldið 28. juli verður farmur tikin við. Stykkjagóðs og smápakkar verða tiknir við allar dagar um pláss er fyri hesum.