Ferðaætlanin í sambandi við ovastevnuna 2026 er klár!
11.08.2026

Komandi vikuskifti verður ovastevna í Nólsoy
Í hesum sambandi siglir Ternan eftir serstakari ferðaætlan leygardagin úr Tórshavn frá kl. 8:00 til 03:00, og úr Nólsoy frá kl. 08:30 til og við kl. 05:30.
Eisini verður eykatúrur fríggjakvøldi úr Tórshavn kl. 23:00 og úr Nólsoy 23:30.
Keyp av ferðaseðlum
Ferðaseðil fæst til keyps á bryggjuni í Tórshavn og Nólsoy, og er galdandi fyri ferðing báðar vegir.
Keyp ferðaseðil í forsølu og spar pening
Forsøla er á Farstøðini í Tórshavn frá týsdegnum til fríggjadagin frá kl. 08:00 - 16:00.
Kostnaður
Galdandi leygardagin 15/8 frá kl. 08:00 til sunnumorgunin 16/8 kl. 05:30:
| Við inngongd | Í forsølu | |
Vaksin | 160,00 kr. | 130,00 kr. |
Børn 7 - 15 og persionistar | 90,00 kr. | 70,00 kr. |
Børn 0 - 6 ár | Ókeypis | Ókeypis |
Gevið gætur! Akfør sleppa ikki við Ternuni leygardagin
Leygardagin 15. august vera akfør ikki tikin við til og úr Nólsoy.
Tó er farmur í sambandi við fyriskipan av ovastevnuni undantikin.