Ferðaætlanin um Ovastevnuna
28.07.2017

Vikuskiftið 5. og 6. august verður Ovastevna í Nólsoy og tí er serlig ferðaætlan gjørd fyri hetta sama vikuskiftið.
Ferðaseðlar verða seldir á kai'ini leygarmorgunin 5. august og gjaldast má í reiðum peningi. Ferðaseðilin, ið kostar 100,- kr. fyri vaksin, 50,- kr. fyri børn 7-15 ár og pensjónistar og ókeypis fyri børn 0-6 ár, er galdandi fyri ferð báðar vegir.
Fylgjarakort er eisini galdandi um Ovastevnuna; fylgjarin sleppur ókeypis, meðan hann, sum hevur fylgjaran við sær, rindar fullan prís.
Ferðaætlan fyri Ovastevnuna sæst her.