Switch to english
Tíðindi

Ferðaseðlasøla og stórir bilar

17.10.2017

Teistin á Gomlurætt fjart

Tá ið nýggja bíleggingarskipanin kemur í gildi mánadagin 23. oktobur verður ferðaseðlasølan av Gomlurætt. Hetta merkir, at ferðast verður ókeypis úr Skopun.

Allir stórir bilar skulu bíleggja av Gomlurætt umvegis bíleggingarskipanina. Tá tað ber framvegis ikki til at bíleggja pláss av Skopun til Gomlurætt ígjøgnum bíleggingarskipanina, er hendan mannagongdin framvegis galdandi:

Akfør hægri enn 1,90 m. skulu bíleggja pláss á tel. +298 29 31 03. Tá pláss verður bílagt skal longd, vekt og hædd á akfari upplýsast fyri manningini.