Switch to english
Tíðindi

Ferðslan komin í rættlag seinnapartin í dag

26.12.2016

Myndir januar 2006 051.jpg

Orsakað av ringa veðrinum hesar seinastu dagarnir, hevur ólag verið á ferðsluni á oyggja- og bygdaleiðum. Nú farið verður um middagsleitið, er veðrið batnað munandi og sostatt byrja bussarnir at koyra aftur og nøkur av skipunum er longu farin í sigling.

Ritan fer eftir ætlan úr Hvannasundi kl. 13:00 til Svínoyar. Ongin sigling verður til Fugloyar í dag.

Á Skúvoyarleiðini eru túrarnir tilkall og ferðafólk, ið skulu ferðast á Skúvoyarleiðini, verða biðin um at venda sær til manningina á Sildberanum fyri nærri kunning um sigling á leiðini.

Sí teigin "Broytingar" nær koyringin ella siglingin byrjar aftur, á teim leiðum, har broytingar hava verið.