Switch to english
Tíðindi

Ferðslan væntandi komin í rættlag um middagsleiti

10.09.2016

Bussar og Skansin1.JPG

Nógvar avlýsingar hava verið í morgun kring landið. Serliga Bygdaleiðir hjá Strandferðsluni hava avlýst fleiri túrar í morgun og eisini sigling út í Nólsoy og Hest hevur verið avlýst. Í gjár varð fráboðað, at Smyril ikki sigldi fyrsta túr í morgun.

Veðrið er batnandi og væntast kann, at koyring og sigling er komin í rættlag aftur um middagsleiti. SSL heitir á ferðafólk um at fylgja við her á heimasíðuni; broytingar og kunning um koyring og sigling, verða javnan dagførdar, umframt verða sms-boð send út so hvørt broytingar eru og rutuupplýsing á tel. 343030 kunnar eisini um ferðsluna.