Switch to english
Tíðindi

Ferðslubroytingar leygardagin 4. juni

31.05.2016

4. juni skipar Tórshavnar Kommuna fyri Tórshavnar Maraton og verður ferðslan tí tarnað til og frá farstøðini í Havnini.

Hetta merkir, at leið 100/300 og 400 koyra eftir Oyggjarvegnum og eftir Norðara ringvegi til og frá Farstøðini í tíðarskeiðinum millum kl. 16:00 og 20:00. Vent verður við Auto Service.

Eftir kl. 16:00 koyrir leið 101 frá Gomlurætt til Marknagilsvegin oman eftir Dalavegnum og út á J. Paturssonar gøtu.
Og til Gomlurætt verður koyrt frá J. Paturssonar gøtu og út eftir Landavegnum til Gomlurætt.

Møguliga kann hetta eisini ávirka ferðsluna til og frá Smyrli og Ternuni og tí verður heitt á bilførarar, ið skulu við hesum skipum at møta stundisliga.

Kort yvir ferðslubroytingar kann síggjast her.