Switch to english
Tíðindi

Flutningur av vandamiklum góðsi

11.07.2017

dangerous goods.jpg

Sambært  IMDG koduni eru serligar ásetingar galdandi, tá ið vandamikið góðs verður flutt við ferðamannaskipum. Tað er álagt Strandfaraskipum Landsins at fylgja ásetingunum í IMDG koduni sambært ”Kunngerð um fráboðan frá Sjóvinnustýrinum D um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. til ferðamannaskip í innanoyggjasigling kapittul VII – Flutningur av vandamiklum góðsi.”

Kunngerð og IMDG kodan áseta m.a. byggikrøv og útgerðarkrøv. Harumframt  eru serlig byggikrøv og útgerðarkrøv í mun til teir ymsu vandabólkarnar. Ferjurnar hjá Strandfaraskipum Landsins eru góðkendar til at føra vandamikið góðs í mun til hvat góðkenningin loyvir. Ferjur, ið eru bygdar áðrenn 1. septembur 1984 og 1. juni 1985, skulu ikki lúka hesar treytir. Hvussu góðsið er pakkað, stúvað og merkt, og útbúgving av manning skal verða í trá við krøvini í IMDG koduni.

Vandamikið góðs er deilt upp í 9 ymsar vandabólkar (sí mynd), og ikki er loyvt hjá ferðandi at føra hetta við okkara ferjum, uttan at fráboða nærmastu farmastøð. Avgreiðslutíðin fyri vandamikið góðs er longri enn avgreiðslutíðin fyri vanligt góðs, og væntast kann, at ymsar avgreiðslur kunnu taka upp til eina viku.

Ymiskt er hvørjar treytir hvør vandabólkur hevur; t.d. kann talan verða um ásetingar, ið krevja hvussu og hvar farmur verður stúvaður, avmarkingar í mun til nøgd av vandamiklum góðsi, ið verður flutt, avmarkingar í mun til flutning av vandamiklum góðsi og ferðafólkum samstundis. Eisini kann talan verða um góðs í einstakum vandabólki, ið ávísar av okkara ferjum ikki hava heimild til at føra. Her bjóðar Strandfaraskip Landsins flutningsfyritøkum og fyritøkum annars, ta tænastu at bíleggja leigutúr at føra góðs.

Strandfaraskip Landsins heitir á øll ferðandi og ábyrgdarar í flutningsfyritøkum um at virða hesar treytir.

Skal vandamikið góðs flytast, verða tit vinaliga biðin um at seta tykkum í samband við okkara farmastøðir og farmaavgreiðslur. Sí yvirlit her: http://www.ssl.fo/fo/farmur/samband/

Eisini verður okkara heimasíða leypandi dagførd við kunning og vegleiðing um flutning av vandamiklum góðsi. Hesar dagføringar verða lagdar undir breddan “Farmur”.