Switch to english
Tíðindi

"Fólk á ferð" á fjórða sinni

01.11.2017

sl blað 4.jpg

Blaðið hjá Strandferðsluni, “Fólk á ferð”, er útkomið á fjórða sinni. Hesaferð snýr stórur partur av tilfarinum seg um tað, sum kom fram í fyrilestrum í sambandi við 100 ára haldið hjá Strandferðsluni í SALT í mai.

Greinir eru um 100 ára haldið sjálvt, um uppgávuna hjá Strandferðsluni at røkja sambandið til smæstu plássini í Føroyum, um broytt búsetingarmynstur farnu øldina, um umstøðurnar at búgva á útoyggj og um vaksandi ferðavinnuna.

Eisini er grein í blaðnum um frágreiðingina, sum Knud E. Hansen gjørdi um støðuna hjá strandfaraskipunum. Fleiri skip mugu endurnýggjast, staðfestir frágreiðingin.

Halda Juul Olsen úr Rituvík hevur í mong ár havt busskoyring sum lívsstarv. Hon starvast nú sum samskipari hjá HK bussum, ið røkja fleiri bygdaleiðir. Samrøða er við Haldu í blaðnum.

Eisini verður í blaðnum staðfest, at Galaxy royndist eftir umstøðunum væl, tá grikska ferjan fyrr í ár avloysti Smyril í 23 dagar.

 "Fólk á ferð" nr. 4 fæst í bussum, á skipum og á farstøðum ella kann lesast her. Blaðið er 40 síður. Undanfarnu bløðini hava verið 32 síður.