Fólk í Hesti fáa fleiri túrar

11.01.2019

Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, Heðin Mortensen, sigur: ”Endiliga er avtalað gjørd um, at Jósup byrjar sigling nú mánadagin. Hetta er gott fyri fólk í Hesti, og somuleiðis er ferðaætlanin hjá Teistanum varðveitt, sum hon er í dag. Hetta er eitt positivt og munandi ískoyti til verandi ferðaætlan”.

Hetta er ein ætlan, sum skal halda fram til apríl mánað, tá summarferðaætlanin byrjar, men Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum ætlar, at hetta skal halda fram.

Fólk í Hesti fáa nú høvi at búgva í Hesti, fara til arbeiðis, og ganga í skúla. Ørindi í meginøkinum eru eisini høglig. Jósup heur fýra túrar hvønn dag, har fyrsti túrur er úr Hesti kl. 07.00, og seinasti túrur kl. 19.30 allar dagar í vikuni. Hetta passar eisini til rutuna hjá Teistanum, til Gomlurætt, so bussleiðin til Havnar eisini kan brúkast.

Er tørvur á farmaflutningi ella flutningi av akførum í og úr oynni, eru túrar settir í ferðaætlanini til endamálið.

Nýggja ferðaætlanin sæst her.