Switch to english
Tíðindi

Gomlu klippikortini

02.11.2015

Teistin.JPG

Nú so mikið long tíð er gingin síðani nýggja ferðaseðlaskipanin varð tikin í nýtslu, er tíðin komin til, at taka av tey gomlu 10-túra klippikortini.

Eftir hin 01. desembur 2015 ber ikki til longur at nýta klippikort umborð á skipunum hjá strandferðsluni.

Tey, ið liggja inni við gomlum óbrúktum klippikortum, kunnu venda sær til Farstøðina í Tórshavn ella høvuðsskrivstovuna á Tvøroyri við kortunum. Virði av óbrúktum klippum minus 50 kr verður flutt á eitt virðiskort, sum kann nýtast á øllum Bygda- og Oyggjaleiðum.

Virði undir 50 kr verður ikki endurgoldið.

Klippikortini verða endurgoldin fram til 31. desembur, eftir hendan dag fellur virðið burtur.