Guðlaugur Herason nýggjur KT-leiðari á Strandferðsluni

21.10.2022

Guðlaugur er 44 ára gamal, ættaður av Tvøroyri og er útbúgvin bachelor of science í teldufrøði.

Hann hevur drúgvar royndir í at umsita og menna KT-umhvørvið hjá Tórshavnar Kommunu, Nema og TDC Hosting.

Guðlaugur byrjar í starvinum á Strandferðsluni 1. desember og verður partur av leiðslubólkinum.