Switch to english
Tíðindi

Hagtøl fyri skip og bussar

16.06.2016

Hagtølini fyri mei mánað vísa eina økta ferðing á nærum øllum oyggjaleiðum. Strandferðslan skipaði fyri ókeypis sigling vikuskiftið 27. - 29. mei, og hetta sæst aftur á flestu leiðum. Tórshavnar Kommuna hevði oyggjadag leygardagin 28. mei, har m.a. var farið til Nólsoyar við Ternuni. Útoyggjastevna var í Hesti, og hetta sæst aftur á Sandoyarleiðini.

Kalsoyar- og Fugloyar/Svínoyarleiðirnar hava somuleiðis stóra øking í ferðafólkatalinum, ein partur av hesum er vitjan av fremmandum ferðafólkum, men eisini hava fleiri virki verið starvsfólkaútferð.

Á Bygdaleiðum er gongdin støðug. Hagtølini síggjast her.