Hasfjord byrjar aftur í sigling

07.05.2023

Mánamorgunin 8. mai byrjar Hasfjord aftur í sigling á leið 85, og siglt verður smbr. broyttari ferðaætlan fyri leið 85, ið verður galdandi til Teistin er komin aftur av beding. Helsta broytingin í hesi ferðaætlan er, at fleiri túrar eru lagdir afturat, og at siglt verður hvønn gerandisdag.

Nú Hasfjord byrjar aftur, merkir tað, at broytingar verða á leið 60, 61 og 90. Ternan fer at sigla eftir somu ferðaætlan, ið var galdandi fyri Teistan, og fer tískil at sigla á bæði sandoyar- og hestleiðini.

Erla Kongsdóttir fer sostatt ikki at røkja siglingina á hestleiðini frá mánadegnum av, men fer at sigla á nólsoyarleiðini smbr. ferðaætlanini, ið Ternan sigldi eftir.

Plássbílegging fyri leiðirnar 60 og 85 verða tøkar frá í kvøld av.