Hasfjord fekk maskintrupulleikar við Gomlurætt

22.09.2022

Kl. 10:41 í dag fráboðaði skiparin umborð á Hasfjord, at Hasfjord hevði fingið maskinsteðg, og teir lógu uttanfyri ferjuleguna á Gomlurætt.

Arbeitt varð við at fáa Hasfjord sleipaðan útum ferjuleguna, soleiðis, at Teistin kundi leggja at á Gomlurætt. Bert smávegis seinking var í ferðaætlanini hjá Teistanum; kl. 11:16 hevði Teistin lagt at og tømt skipið, fekk síðani ferðafólk og bilar umborð og setti kós móti Skopun aftur. Ætlanin er, at siglingin á leið 60 og 61 í dag, skal verða smbr. ferðaætlan.

Nú verður bíðað eftir Brimli, ið skal sleipa Hasfjord til Havnar, har akfør og ferðafólk sleppa í land. Ongin sigling verður á leið 85 restina av degnum. Hvussu verður við siglingini í morgin er framvegis ógreitt, men kunna verur um hetta skjótast til ber.