Hasfjord verður nú endaliga tikin úr sigling

15.06.2023

Eftir at støðan við Hasfjord er blivin eftirmett, og krevjandi klassakrøv, ið skulu vera uppfylt hálvan juni, eru blivin sett, hevur landsstýrismaðurin í samráð við Strandferðsluna gjørt av at leggja Hasfjord í seinnu hálvu av juni mánaða.

Samskift hevur verið við ymsar viðkomandi partar í Sandoynni um støðuna, og ynskið er frá millum øðrum vinnulívi í oynni at sigla tveir túrar eyka gerandisdagar.

Strandferðslan arbeiðir í løtuni við at gera neyðugar tillagingar í ferðaætlanini fyri at kunna nøkta flutningstørvin á Sandoyar- og Hestleiðunum, eftir at Hasfjord verður tikin úr sigling.

Væntandi tekur Erla Kongsdóttir sær av pørtum av siglingini út í Hest komandi tíðina. Hon siglir annars í løtuni sum eykaskip á Nólsoyarleiðini og fer seinni í summar at avloysa á Kalsoyleiðini, tá ið Sam skal á beding.

Samskift verður í løtuni við Landsverk og Tórshavnar Kommunu um at fáa rampurnar í Hesti og á Gomlurætt klárar til, at Erla Kongsdóttir kann flyta akfør um Hestfjørð.

Farið verður nú undir samráðingar við áhugaðar upphøggarar um at keypa Hasfjord.