Switch to english
Tíðindi

Herdar mannagongdir hvat viðvíkir flutningi av vandamiklum góðsi - íroknað fýrverk.

28.11.2016

dangerous goods.jpg

Sambært altjóða leiðreglum frá IMDG koduni er ikki loyvi hjá okkara skipum at føra meir enn 10 kg av fýrverki treytað av, at tað ikki eru fleiri enn 12 ferðafólk umborð, og at skipið er góðkent at føra vandamikið góðs.

Strandfaraskip Landsins heitir á øll ferðandi og ábyrgdarar í flutningsfyritøkum um at virða hesar treytir. Skal fýrverk ella annað vandamikið góðs flytast, verða tit vinaliga biðin um at seta tykkum í samband við okkara farmastøðir og farmaavgreiðslur. Sí yvirlit her: http://www.ssl.fo/fo/farmur/samband/

Brot á hesa reglugerð er revsivert og verður melda til løgregluna.