Hevur tú fingið staðfest koronasmittu ella skalt í sóttarhald?

27.01.2022

Sí dagførdar leiðreglar fyri ferðandi, ið fyri stuttum hevur fingið staðfest koronasmittu ella skulu i sóttarhald.


Hevur tú fyri stuttum fingið staðfest koronasmittu?

  • Hevur tú fingið staðfest koronasmittu, skalt tú ikki ferðast við bussum ella skipum hjá Strandferðsluni, fyrr enn tú er frísk/ur aftur.

    • Tó kann undantak í einstøkum førum gevast á hesum oyggjaleiðum, um tú ferðast í akfari:

      • Leið 7 (Tvøroyri – Tórshavn):
        Set teg í samband við Smyril á 293046 ella. 293161.
        Til ber at sleppa umborð á bildekkið, har tú verður sitandi allan túrin eftir avtalu við manningina.

      • Leið 56 (Klaksvík – Syðradalur):
        Ver sitandi í bilinum og boða manningini frá, tá ið koyrt verður umborð og ver sitandi í akfarinum allan túrin eftir avtalu við manningina.

      • Leið 60 (Skopun - Gamlarætt):
        Ver sitandi í bilinum og boða manningini frá, tá ið koyrt verður umborð og ver sitandi í akfarinum allan túrin eftir avtalu við manningina.

      • Leið 90 (Tórshavn - Nólsoy):
        Ver sitandi í bilinum og boða manningini frá, tá ið koyrt verður umborð og ver sitandi í akfarinum allan túrin eftir avtalu við manningina.

    • Undantikið er sjúkaflutningur og annar flutningur, sum er avtalaður millum heilsuverkið og Strandferðsluna.

Skalt tú í sóttarhald?

  • Ferðafólk, ið hava fingið boð um at fara í sóttarhald skulu helst ikki ferðast við bussum ella skipum hjá Strandferðsluni.

  • Ber ikki til at finna aðra farleið fyri at koma upp á pláss til títt sóttarhald, hevur tú sum ferðandi ábyrgd av, at:
    • nýta anlitsmasku
    • halda frástøðu
    • hava serliga gott reinføri
    • halda galdandi tilmælir, sí korona.fo.

  • Ferðandi við Smyril, skulu fara beinleiðis í "Beinisvørð" á dekk 6, og vera sitandi har í masku allan túrin.

Ert tú farin í sóttarhald?

  • Ferðafólk, ið eru í sóttarhaldi, skulu ikki ferðast við Strandferðsluni.

Hevur tú ferðast uttanlands?

  • Øll ferðafólk ið koma úr útlondum, eru at rokna sum verandi í sóttarhaldi/heimauppihaldi við komu og til 2. dags kanningarúrslit fyriliggur.

  • Um tú mást ferðast við okkara bussum og skipum, skalt tú:
    • nýta anlitsmasku
    • halda frástøðu
    • hava serliga gott reinføri
    • halda galdandi tilmælir, sí korona.fo.

  • Ferðandi við Smyril, skulu fara beinleiðis í "Beinisvørð" á dekk 6, og vera sitandi har í masku allan túrin.

  • Gev gætur: frá 1. februar er ikki neyðugt hjá ferðandi, ið hava verið uttanlands, at fara í sóttarhald, men hesi ferðafólk skulu vísa serligt varsemi, tá ið tey ferðast við okkara bussum og skipum


Mælt verður til, at øll ferðafólk nýta munnbind umborð
á øllum skipum og bussum hjá Strandferðsluni!

Spyr ein av manningini ella bussføraran, um tær tørvar nærri vegleiðing.

 

Les meira á Corona.fo