Heystsigling á Mykinesarleiðini
08.10.2015
Fríggjadagin tann 9. oktobur byrjar heystsiglingin á Mykinesarleiðini og heldur siglingin fram til tann 19. oktobur.
Jósup fer at røkja siglingina og ferðaætlanin fyri heystsiglingina sær soleiðis út:
Fríggjakvøldið verður farið úr Sørvági kl. 18 til Mykinesar og allar hinar dagarnar verður fráferðin av Sørvági kl. 10.20. Siglingstíðin er um 45 minuttir og Jósup fer úr Mykinesi stutt eftir hann hevur lagt at; uml. Kl. 11.05.
Sum vant, skulu ferðir til Mykinesar bíleggjast frammanundan á tel. +298 210870 ella á www.mykines.fo í seinasta lagi tveir tímar áðrenn fráferð.
Fyrivarnið skal tó takast við ferðaætlanini, tí siglt verður bert um veðrið er til vildar.