Hundar og kelidjór umborð á Smyrli
28.11.2016
Øki til fólk við hundi og øðrum kelidjóri er nú sett av í gongini á dekki 5 aftast í stýriborð síðu. Økið er týðiliga merkt upp, og tað er ábyrgd eigarans at halda kelidjórið innanfyri hetta øki. Eigarin skal vera hjá hundinum/kelidjórinum og hava tað í bandi ella búri, og eigarin tekur sjálvandi upp eftir djórinum.
Eigarin hevur fulla ábyrgd, um hundurin ella kelidjórið ger skaða á onnur ferðandi.
Áður hava hundar og onnur djór skula út á dekkið, men av tí at hetta økið er til roykjarar, er nú avgjørt at gera serstakt pláss til fólk við kelidjóri.
Verandi hundarúm úti á dekki 5, har búr eru at seta hundar í, er eisini tøkt.