Hvør sína farleið til sandoyingar og hestfólk
16.09.2016

Hoyringsskriv:
Strandferðslan hevur farnu vikurnar lagt fulla orku í at umskipa siglingina hjá Teistanum millum Gomlurætt, Skopun og Hest, so hon verður lagaligari fyri ferðafólkini og samstundis fæst at liva upp til tey krøv, sum sáttmálar og reglur fyriskriva.
Í almennum skrivi 19. juli gjørdi Strandferðslan greitt, at Teistin hevði avbjóðingar á Sandoyarleiðini, og at ferðaætlanin tóktist ikki at vera realistisk. Seinni gjørdi m.a. Skipara- og Navigatørfelagið vart við, at trýstið á manningina er ov stórt.
Strandferðslan hevur skyldu til at røkja flutningin um Skopunarfjørð so væl sum gjørligt og samstundis at halda fyriskrivaðar reglur. Tí hava leiðsla, skiparar, samferðsludeild og sjódeild gjølla umrøtt, hvussu farleiðin kann umskipast.
Strandferðslan er av teirri grundfatan, at farleiðirnar millum Gomlurætt og Skopun og Gomlurætt og Hest høvdu verið best røktar, um tær vórðu røktar við hvør sínum skipi – Teistanum millum Gomlurætt og Skopun og einum minni skipi út í Hest. Í løtuni er tó bara Teistin at røkja siglingina, og við honum er nú løgd ein ferðaætlan, sum býtir siglingina í Skopunarfirði og Hestfirði sundur í tvær farleiðir – eina beinleiðis farleið millum Gomlurætt og Skopun og eina millum Gomlurætt og Hest.
Á farleiðini millum Gomlurætt og Skopun verða framvegis níggju túrar aftur og fram hvønn dag. Millum Gomlurætt og Hest verða tríggir beinleiðis túrar um dagin, ein um morgunin, ein á middegi og ein um kvøldið. Tó verður túrurin á middegi týsdag, hósdag og leygardag ikki sigldur, tí tá hevur manningin trygdarvenjing, viðlíkahald verður gjørt og skipið skal bunkra. Við tveimum farleiðum verður ferðaætlanin greiðari, siglingartíðin millum Gomlurætt og Skopun styttist, tí Teistin sparir tíð við ikki at sigla út í Hest hesar túrarnar, og neyðugu stundirnar verða til at lasta og lossa millum túrarnar.
Nógv áhugamál skulu gangast á møti í sambandi við siglingina. Ferðafólkini skulu hava so góða farleið sum gjørligt, fakfeløgini, sum varða av manningunum, seta sínar treytir, og Skipaeftirlitið krevur støðugt, at lógir og reglur verða hildnar.
”Hendan umskipanin loysir tær avbjóðingar, vit hava havt. Vit hava verið kroyst millum krøv um støðuga sigling og ásetingar sambært sáttmálum fyri manningarnar, og her ganga vit ymsu áhugamálunum á møti so væl, sum tað ber til við einum skipi,” sigur Hilmar Eliasen, stjóri.
Hervið verður uppskotið til nýggja ferðaætlan á Sandoyar- og Hestleiðunum lagt út til hoyringar í 14 dagar, og fólk eru vælkomin at senda inn viðmerkingar til fyrisiting@ssl.fo. Ferðaætlanin sæst her