Innkomin boð til busskoyring á Sandoynni og Suðuroynni

16.08.2019

Tað komu 4 boð upp á koyring fyri Bygdaleiðir á Sandoynni (pakki 4) og á Suðuroynni (pakki 5).

Boðgevari upp á pakka 4 (leiðirnar 600 og 601) er:

  • Sp/f Handilshúsið

Boðgevarar upp á pakka 5 (leiðirnar 700 og 701) eru:

  • P/F Suðuroyarleiðin
  • Suðuroyar Bygdaleiðir Sp/f

Boðgevari upp á kombinatiónspakkan 4  og 5 (leiðirnar 600, 601, 700 og 701) er:

  • Suðuroyar Bygdaleiðir Sp/f

15. mai í ár varð kunngjørt, at Landsstýrið hevði avgjørt, at Sandoyggin, pakki 4 í útbjóðingartilfarinum, skal verða eitt menningarøki fyri grønari orku. Bussarnir á Sandoynni skulu sostatt koyra við varandi orkuloysnum.

Teir tilboðsgevarir, sum bjóða upp á Pakka 4, avgera sjálvir, hvat slag av grønari orku teirra bussar skulu koyra við. Hugt verður eftir, hvussu nógv orka (CO2 útlát) verður brúkt til at koyra, og hvar orkan kemur frá.

Boðini upp á pakka 4 og 5 verða greina og viðgjørd av arbeiðsbólki komandi dagarnar, og endaligt úrslit verður kunnað í seinasta lagi fríggjadagin 30. august 2019.

Tað er at gleðast um boðini, ið eru komin inn. Strandfaraskip Landsins ynskir at takka boðgevarunum, sum hava givið boð.