Switch to english
Tíðindi

Innsigling í Skopunar havn verður ruddað

17.08.2017

brim í skopun.jpg

Nú summarfríðtíðin so smátt er við at fara aftur um bak, er arbeiðið byrjað við at ruddað innsiglingina í Skopunar havn. Arbeitt verður við at taka grót upp, sum er farið niður í siglingarrennuna eftir brim í vetur. Avmarkingar í atløguviðurskiftum saman við lokalum veðurviðurskiftum kunnu geva avbjóðingar hjá okkara skipum, men áður nevnda viðlíkahaldsarbeiðið við at rudda siglirennirnar fyri forðingum ger, at okkara skip kunnu sigla tryggari til og frá bryggju. Manning á Teistanum hevur tikið myndirnar í hesum tíðindastubbanum.