Jóansøkan 2026: Mannagongdir fyri kappróðrarfeløg um bílegging við Smyrli
11.06.2026

Í sambandi við jóansøkuna, har nógv kappróðrarfeløg skulu við Smyrli, vil Strandferðslan minna á galdandi mannagongdir og freistir fyri bíleggingum.
Strandferðslan hevur gjørt eina greiða vegleiðing, sum lýsir, hvussu kappróðrarfeløg skulu bíleggja pláss til bátar og manningar. Vit heita á øll feløg um at lesa vegleiðingina gjølla. Vegleiðingin kann lesast her:
Sambært galdandi ferðaætlan hava kappróðrarfeløg og íðkarar framíhjárætt til hesir túrar:
Leygardag kl. 09:00 úr Tórshavn
Leygardag kl. 20:30 úr Vági
Fyri at tryggja smidliga avgreiðslu, verða øll kappróðrarfeløg biðin um at gera sínar ítróttarbíleggingar í seinasta lagi mánadagin 15. juni kl. 15:00.
Ítróttarbíleggingar fara fram á hesi síðuni:
Neyðugt at hava í huga:
Dupultbókingar eru ikki loyvdar
Feløg skulu ikki bæði gera ítróttarbílegging til manningar, og samstundis bíleggja til manning, tá bílagt verður til akfar.
Bilar við bátavogni
Tá bilur hevur bátavogn við, verður vognurin tikin frá bilinum og settur til síðis, áðrenn hann verður trillaður umborð.
Tað er umráðandi, at fólk eru til staðar at hjálpa til við handfaringini av bátinum.
Røtt longd skal upplýsast
Tað er sera týdningarmikið, at rætta longdin á bili og bátavogni verður uppgivin við bílegging.
Bilar við skeivari longd, verða settir til síðis og sleppa tá einans við, um pláss er umborð.
Strandferðslan heitir á øll kappróðrarfeløg um at fylgja hesum leiðreglum, so ferðaætlanin kann haldast og avgreiðslan kann ganga so væl fyri seg sum gjørligt.