Switch to english
Tíðindi

Jósup heldur á fram á Mykinesleiðini

14.03.2018

Jósup2.jpg

Jósup heldur á fram á Mykinesleiðini

SSL hevur gjørt leigusáttmála, ið umfatar bátin Jósup, sum kemur at sigla á Mykinesleiðini frá 1. mai til 31. august komandi 5 árini. Leigusáttmálin førir við sær, at SSL kann brúka Jósup alt árið í framtíðini.

Við hesum fáa vit loyst nakrar av avbjóðingunum, ið eru fyri framman, skilagott í mun til verandi flota, fleksibilitet, atløðuumstøður, trygd, bedingstíðir, búskap og samferðsluna sum heild, umframt at vit kunnu loysa okkara skyldu og endamáli at flyta ferðandi og frakt millum oyggjar. Tá ið hetta er sagt má havast huga komandi bedingsætlanir, fleksibilitetsavbjóðingar og maritim krøv til okkara skip, sum í dag so at siga øll eru eldri skip, líka frá miðalgomul og gomul skip, frá um 14 ára gomul (Smyril) til nærum 50 ára aldur (Ritan).

SSL er í tí støðu, at fleiri av okkara skipum í mun til krøv skulu á beding í 2018. Bedingstíðin fyri onkur av skipunum kann taka upp til 3 vikur, tí tað eru serligar og kravdar ábøtur, ið skulu gerast. Fylgjandi er eitt yvirlit yvir bedingstíðir í 2018:

  1. Ternan, á beding 3. – 21. apríl: Hjálparmotorur og fleiri rør í kølivatnsskipanini skulu skiftast.
  2. Teistin, á beding 30. apríl – 18. mai: Manøvruskipanin til framtøkuskipanina skal skiftast.
  3. Sildberin, á beding 3. – 12. september: Viðlíkahald og umvælingar.
  4. Ritan, á beding 13. – 21. september: Skal eftir reglunum á beding.
  5. Sam, á beding 24. september – 5. oktober:  Skal hava 40 ára klassing.

Ad 1: Tá ið Ternan fer á beding, verður Jósup fluttur til at røkja Nólsoyarleiðina. Jósup kann í vetrarsiglingstíðini bara hava 50 ferðandi umborð. Her má roknast við eini 3 vikurs samferðsluloysn.

Ad 2: Tá ið Teistin fer á  beding, verður Ternan flutt til at røkja Sandoyarleiðina, og Jósup, sum í summarsiglingini kann hava 88 ferðandi umborð, fluttur til Nólsoyarleiðina. Tá ið Teistin er klárur aftur, fara skipini aftur á tær leiðir, tey upprunaliga eru ætlaði til. Her má roknast við eini 3 vikurssloysn.

Ad 1 og 2: Í tíðarskeiðinum 1. – 18. mai røkir Sildberin Mykinesleiðina og Súlan Skúvoyarleiðina.

Ad 3: Sildberin fer á beding 3. – 12. september, og røkir Súlan Skúvoyarleiðina. Her má roknast við eini 2 vikurssloysn.

Ad 4: Tá ið Ritan fer á beding, røkir Jósup Svínoyar- og Fugloyarleiðina. Her má roknast við eini 7 dagaloysn.

Ad 5: Tá ið Sam fer á  beding, røkir Jósup Kalsoyarleiðina. Her má roknast við minst 14 dagaloysn.

Samanumtikið kann sigast, at nýggi og framskygdi sáttmálin umfatandi Jósup, hjálpur upp á støðuna, tá ið talan er um fleksibilitetsloysnir í mun til verandi flota, trygd, atløguumstøður, bedingstíðir, búskap og samferðslu. Sum nú er og út frá verandi útlitum og treytum, verður summarsiglingin í 2018 loyst á skynsaman hátt.

Við bedingstíðunum í geyma verður tó gjørt vart við broytingar og umskipanir á ymsum farleiðum, sum væntandi koma at darva tænastustøðinum nakað. Serliga sæð í ljósinum av, at 125.000 fleiri ferðandi hava brúkt oyggjaleiðir í tíðarskeiðinum frá 2014 til 2017, og at alsamt fleiri og fleiri av teimum ferðandi koma frá útheiminum. Hetta er avbjóðing, vit mugu hava í huga, tá ið samferðslumál eru á skránni.