Switch to english
Tíðindi

Kanna nær títt árskort gongur út

25.03.2026

Manning Ternan (18)

Skjótt er eitt ár liðið síðani nýggi prísbygnaðurin á oyggjaleiðum hjá Strandferðsluni varð settur í verk 8. apríl 2025. Í sambandi við nýggju skipanina fingu ferðandi eisini møguleika at keypa árskort.

Árskortið er galdandi í eitt ár frá keypsdegnum. Tað merkir, at tey, sum keyptu árskort tá skipanin varð sett í verk í apríl í fjør, nú eiga at kanna nær teirra árskort gongur út.

Avslátturin byrjar av nýggjum

Tá eitt árskort gongur út, byrjar skipanin av nýggjum. Tað vil siga, at møguligur avsláttur fylgir ikki við, men byrjar frá byrjan aftur, tá nýtt árskort verður keypt.

Um árskort

Árskortið gevur stigvíst øktan avsláttur á ferðaseðlum á eini ávísari leið í eitt ár frá keypsdegnum. Jú meira ein ferðast á leiðini, jú størri verður avslátturin.

  • Árskort kann keypast til bæði persón og persónbil

Ferðandi kunnu síggja nær teirra árskort gongur út við at rita inn á sína brúkarakonto í bíleggingarskipanini hjá Strandferðsluni.