Klæmint Østerø nýggjur rakstrarleiðari á Strandferðsluni
08.03.2024
Strandferðslan hevur sett 53 ára gamla Klæmint Østerø í starv sum deildarleiðara fyri rakstrardeildina. Starvsroyndirnar hjá Klæminti eru innan verkfrøði, verkætlanarstýring, fyrisiting og leiðslu hjá Landsverki og Fiskaaling. Í fleiri ár var hann eisini sjálvstøðugur vinnurekandi. Klæmint hevur lisið sivilverkfrøði í offshore konstruktión.