Switch to english
Tíðindi

Kunning í samband við átalu frá Løgtingsins umboðsmanni

22.01.2026

8002927

Tann 14. November 2025 fekk Strandferðslan eina álvarsliga átalu frá Løgtingsins umboðsmanni (LUM), í samband við nýggju ferðaseðlaskipanina, ið varð sett í verk í apríl sama ár. Niðurstøðan hjá LUM var, at Strandferðslan ikki hevði lógarheimild at taka ein hægri ferðaseðlaprís frá summum ferðandi, tá ferðaseðil varð keyptur á staðnum. Talan er um ferðaseðlakeyp, ið fór fram í tíðarskeiðinum frá 23. juli til og við 17. september 2025, og harmast vit um hetta mistak.

Eftir at Strandferðslan varð gjørd varug við mistakið, varð mannagongdin broytt tann 18. september 2025, so at øll búsitandi í Føroyum, kundu ogna sær bíligasta ferðaseðilin, við keyp á staðnum.

Um tú metir teg av órøttum at hava goldið ov nógv við keypið á staðnum, hevur tú rætt til at søkja um endurgjald fyri munin ímillum staðprís og fastbúgvandi prís, í nevnda tíðarskeiði 

Ynskir tú at søkja um endurgjald, skalt tú fylgja mannagongdunum á hesi síðuni: