Kunning um broyttar ferðaætlanir fyri leið 7, 8, 700 og 701.

24.10.2023

Orsakað av, at tað hevur viðrað so illa seinastu dagarnar, hevur høvuðsumvælingin av høvuðsmotorinum ikki gingið sum ætlað.

Fyri at fáa umvælingina lidna sum skjótast, verður ferðaætlanin nú tillagað, so at stundir verða til at fáa arbeiðið liðugt. Smyril siglir hetta tíðarskeiðið við trimum høvuðsmotorum. Ferðaætlanir fyri leið 8, 700 og 701 verða tillagaðar samsvarandi.

Síggið broyttu ferðaætlaninar á ssl.fo fyri hvørja einstøku leið.