Kunning um sigling á Ovastevnu 2025

10.08.2025

Komandi vikuskifti verður Ovastevna í Nólsoy.

Í hesum sambandi siglir Ternan eftir serstakari ferðaætlan leygardagin úr Tórshavn frá kl. 8:00 til 03:00, og úr Nólsoy frá kl. 08:30 til og við 05:30.

Eisini verður eykatúrur fríggjakvøldi úr Tórshavn kl. 23:00 og úr Nólsoy 23:25.

Ferðaætlan sæst her >>

 

 

KEYP AV FERÐASEÐLUM 
Ferðaseðil fæst til keyps á bryggjuni í Tórshavn og Nólsoy, og er galdandi fyri ferð báðar vegir.

FORSØLA AV FERÐASEÐLUM
Forsøla er á Farstøðini í Tórshavn frá hósdegnum til fríggjadagin frá kl. 08:00 - 16:00.

KOSTNAÐUR
Galdandi leygardagin 16/8 frá kl. 08:00 til sunnumorgunin 17/8 kl. 05:30:

 Við inngongdÍ forsølu
   
Vaksin150,00 kr.120,00 kr.
Børn 7-15 og persionistar80,00 kr.60,00 kr.
Børn 0 - 6 árÓkeypis Ókeypis 

 

 AKFØR SLEPPA IKKI VIÐ TERNUNI 16. AUGUST 
Leygardagin 16. august vera akfør ikki tikin við til og úr Nólsoy
Tó er farmur í sambandi við fyriskipan av Ovastevnuni undantikin.